Innanlands

Brúkaraprístalið fór 1,2 prosent upp í 2018

Hetta er størsti vøkstur í miðalbrúkaraprístalinum síðan 2012

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-04 11:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frá 2017 til 2018 hækkaði miðalbrúkaraprístalið 1,2 prosent. Hetta er størsti vøkstur í miðalbrúkaraprístalinum síðan 2012, skrivar Hagstova Føroya.

[object Object]

Brúkaraprístalið var 118,6 fyrsta ársfjórðing í 2018, 118,8 annan ársfjórðing, 119,9 triðja ársfjórðing og 120,3 fjórða ársfjórðing. Í miðal hevur brúkaraprístalið verið 119,4 í 2018 samanborið við 118,0 í 2017. Miðalbrúkaraprístalið er sostatt farið 1,2 prosent upp í 2018. Í 2017 fór miðalbrúkaraprístalið 1,1 prosent upp.
Miðalbrúkaraprístalið javnar út hissini prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum við at samanbera miðalprístalið í árinum við miðalprístalið árið fyri.

Miðalprístalið hækkaði í flestøllum nýtslubólkum í 2018. Størstu ávirkanina á príshækkingina høvdu býlisprísirnir, sum fóru 3,6 procent upp. Tað er fyrst og fremst prísurin á brenniolju, sum hevur drigið býliskostnaðin upp, hann hækkaði 15,4 prosent. Harafturímóti lækkaði ravmagnsprísurin 3,2 prosent, so orkuprísurin hækkaði samanlagt 6,0 prosent.

Eisini prísirnir á brennievni til akfør hækkaðu nógv í 2018, 8,3 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 2,5 prosent.

Matvøruprísirnir vóru í 2018 0,4 prosent hægri enn í 2017.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder