Um ársskiftið 2022/2023 hevði Atlantic Airways eitt søluátak, nevnt “Sveimandi tilboð”. Í søluátakinum vóru einvegis ferðaseðlar settir til sølu úr 695 kr. á úrvaldum fráferðum á farleiðunum, Keypmannahavn, Aalborg, Billund, Oslo, Keflavík og Edinburgh, og á farleiðini til París úr 795 kr. Viðmerkt var við smáum bókstavum, at prísurin broyttist í mun til flogvallarskattir og avgjøld á valda ferðamálinum.
Hetta søluátakið metir Brúkaraumboðið vera brot á lógina um marknaðarføring. Talan er um villleiðandi søluátak, tí brúkarin far ikki greitt upplýst, hvussu ”Sveimandi tilboð” er sett saman.
Atlantic Airways upplýsir, at prísurin broytist í mun til flogvallarskattir og avgjøld á valda ferðamálinum, og Brúkaraumboðið heldur, at hetta er trupult hjá brúkaranum at skilja, tí sambært marknaðarføringslógini eigur brúkarin greitt at síggja á einum søluátaki, hvat samlaði prísurin er fyri vøruna ella tænastuna, skrivar Brúkaraumboðið.
Brúkaraumboðið vísir á, at sølufremjandi tiltøk skulu marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru týðiligar og greiðar fyri brúkaran og soleiðis, at brúkarin lættliga kann kunna seg um treytirnar. Brúkaraumboðið hevur tí givið Atlantic Airways átalu og ávaring fyri brot á marknaðarføringslógina í sambandi við søluátakið “Sveimandi tilboð”.
Brot á marknaðarføringslógina kann revsast við bót, men av tí at talan er um fyrsta mál av slíkum slagi hjá Atlantic Airways, hevur Brúkaraumboðið valt at geva felagnum eina átalu og eina ávaring, skrivar Brúkaraumboðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald