Stóri fólkavøksturin síðstu árini hevur havt við sær nógv øktan tørv á dagstovnaplássum í Tórshavnar kommunu. Árgangirnir av føðistovuni er alsamt vaksandi og tilflytingin av børnum undir skúlaaldri somuleiðis.
Sannroynd er, at í fjør megnaði kommunan ikki at nøkta tørvin á dagstovnaplássum. Hetta sæst millum annað aftur í skránni til býráðsfundin hóskvøldið, har býráðið skal samtykkja eina eykajáttan til fyribils uppihaldshjálp vegna vantandi barnaansing sambært forsorgarlógini.
Kommunan hevur økt munandi um samlaða kapasitetin av dagstovnaplássum bæði í 2017 og 2018. Við teimum útbyggingum, sum verða lidnar her í vár í Brúna skúla, Býlingshúsinum Inni á Gøtu og Býlingshúsinum í Maritugøtu eru nærum 200 nýggj ansingarpláss útvegað.
Hetta nøktar tó framvegis ikki tørvin.
Tórshavnar kommuna skrivar, at í løtuni verða tí tvey útboð av útbyggingum aftrat fyrireikað ávikavist í Býlingshúsinum vesturi á Flat og á Dagstovninum á Hamrinum, sum tilsamans geva 72 pláss aftrat.
Hesi pláss verða tó ikki liðug at taka í nýtslu fyrr enn um summarið 2020. Men nú kommunan hevur leigað stóru skúlalonina í Hoydølum til fyribils dagstovn, verða hesi plássini eftir ætlan bjóðað út í BARN skipanini í næstum at byrja í Hoydølum seinni í vár.
Kommunan fer at kunna um hesi nýggju plássini í BARN skipanini sohvørt.
Brúni skúli tikin í nýtslu
Út- og umbyggingin av sonevnda Brúna skúla í Fríðriks Petersens gøtu verður liðug um mánaðarskifti. Dagstovnurin hevur fingið navnið Fríðriksgarður og rúmar fýra stovum ella umleið 64 plássum.
Hin 1. mars verða tvær stovur tiknar í nýtslu, og seinni í mars verða hinar báðar stovurnar tiknar í nýtslu. Hesi pláss vórðu bjóðað út í heyst og eru øll bókað.
Innanlands
Nýggj dagstovnapláss eru tikin í nýtslu í Tórshavnar kommunu og fleiri eru á veg
Brúni skúli er eisini tikin í nýtslu
Mynd: Tórshavnar kommuna
2019-02-27 16:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald