Fyrsta pisan í Suðuroynni í ár varð floygd í gjár. Tað var Brynhild Johannesen, sum gongur á hugbreyt sum gjørdist fyrsti studenturin á Miðmsskúlanum í Suðuroy á hesum sinni.
- Hon fekk húgvuna á høvdið klokkan hálvgun fimm í gjár, eftir at hava verið til próvtøku í sponskum. Beint eftir próvtøkuna vant Brynhild Merkið á fulla stong. Vit á Miðnámsskúlanum í Suðuroy ynskja Brynhild hjartaliga til lukku, verður sagt.
Fyrstu pisurnar á Glasi og á Kambsdali vórðu floygdar í síðstu viku. Katrin Vilhelm bleiv ársins fyrsta pisa á Glasi, meðan Fríða Dalheim var tann fyrsta at fáa húgvuna á høvdið á Dalinum.
Les eisini: Fyrstu pisurnar floygdar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald