Brynhild Høgnadóttir, sum hevur verið stjóri í RFF síðani 1. august 2011, hevur gjørt av at taka av nýggjum avbjóðingum og tí sagt seg úr starvinum.
Starvsnevndin hevur verið sera heppin at havt Brynhild Høgnadóttir í stjórastarvinum, tá hon er sera dugnalig, nærløgd og arbeiðssom. Men at vera í starvi, har nógvir bóltar eru í luftini í senn við undirvísing, verkætlanum og skipa fyri nógvum ymiskum tiltøkum ferðslutrygdini at frama, er sera krevjandi og slítandi til tíðir, men tað hevur stjórin klára sera væl.
Í hesi 7 árini hevur RFF flutt seg væl fram á leið og hevur RFF ongantíð áður verið so sjónligt í almenna rúminum sum nú.
Starvsnevndin er sannførd um, at RFF hevur dugað væl at tillagað sítt virksemi eftir mongu broytingunum í samfelagnum við nýggjari ferðslulóg, undirvísingartilfari til allar aldursbólkar í skúlunum og mongu átøkini, sum hava verið og sum koyra enn til frama fyri ferðslutrygdina. Í øllum hesum hevur stjórin verið sera virkin og duga væl at tilrættislagt átøkini saman við okkara tryggingarfeløgum, sum høvuðsstuðlum og vegamyndugleikunum v.m.
Starvsnevndin vil ynskja Brynhild Høgnadóttir blíðan byr í nýggju avbjóðingini og vil takka fyri 7 góð og virkin ár í Ferðslutrygd.
Starvsnevndin fer í næstum undir at lýsa eftir nýggjum stjóra til Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald