
Seinastu mongu tímarnar hevur verið undantaksstøða í og kring hølini hjá TV2 á Kvægtorvet í Odense.
Stóri danski miðilin fekk um hálgvum tíggju tíðina í morgun fráboðan eina bumbuhóttan.
Øll starvsfólkini fingu niðanfyristandandi SMS-boð:
- KVÆGTORVET - BOMBETRUSSEL. Forlad bygningen af nærmeste sikre udvej. Følg politiets anvisninger.
Hetta upplýsir júst TV2.
Tað gekk skjótt at flyta øll burtur, og fólk vórðu biðin um at halda seg langt frá høvuðssætinum á Kvægtorvet.
Løgreglan á Fjóni og servand fólk komu á staðið, og tey hava seinastu tímarnar kanna stðuna gjølla. Hetta meðan virksemi kring TV2-støðina hevur verið ávirkað.
Enn er ikki greitt, um hóttanin "heldur", og um spreingievni eru í bygninginum.
Til ber at fylgja við á beinleiðis blogginum hjá júst TV2
TV2 hevur eisini eina deild í Keypmannhavn og sendir beinleiðis frá Tour de France. Teirra virksemi er ikki í stóran mun ávirkað av støðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald