2022-06-14 19:28
Eiðis kommunua skrivaði fyrr í ár út navnakapping fyri at finna eitt navn til Mentanarhøllina.
Í samband við at hetta navnið verður avdúkað, verður alment tiltak í Mentanarhøllini hóskvøldið, 16. juni klokkan 20.00.
Hesum boðar Eiðis kommuna frá á heimasíðu sínari.
- Marius Ziska kemur at spæla nøkur løg. Kaffi og kaka verður at fáa. Tiltakið er ókeypis.
Tað er ikki bert navn, ið er funnið til høllina: Búmerki er eisini gjørt og verður eisini avdúkað hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald