Innanlands

Búnaðarstevnan 2026 í Varpinum 14. februar

Í februar verður Búnaðarstevnan á skránni fyri 11. ferð

(Mynd: Búnaðarstevnan)

(Mynd: Búnaðarstevnan)

2026-01-26 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Búnaðarstevnan 2026 verður í Varpinum í Klaksvík leygardagin 14. februar.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum varpar ljós á menning og kunning innan føroyskan landbúnað.

Síðan 2014 hevur skipað verið fyri stevnuni á nærum hvørjum ári - undantikið 2016 og 2021, og er hetta 11. búnaðarstevnan.

Í ár er valár og tí ein góður møguleiki at seta fokus á fleiri viðkomandi viðurskiftir, har tann politiska skipanin má traðka til, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Umframt kaffi og okkurt leskandi til góman ígjøgnum allan dagin, verður borðreitt við stórum fjølbroyttum miðmála, har serligur dentur verður lagdur á føroyskt framleiddan viðskera.

Neyðugt er at boða frá og skráseta luttøku. Á heimasíðuni hjá Búnaðarstevnuni ber til at tekna seg til stevnuna og síggja skránna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder