Nú er ásett, at Búnaðarstevnan 2023 verður leygardagin 18. februar 2023 á Skúlatrøð í Klaksvík.
Hesum boða fyrireikararnir handan stevnuna frá á bunadarstevna.fo.
Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum er viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað.
- Eins og undanfarin ár, er talan um fleiri spennandi framløgur umframt kjak um viðkomandi evnir. Endalig skrá verður tøk um miðjan januar 2023.
Fyrsta búnaðarstevnan var í januar 2014. Síðani hevur tiltakið verið á hvørjum ári, undantikið 2016 og 2021 - seinna av hesum árinum vegna korona.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/12/28/890x590/1672193311ktvrc0maql.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/12/28/890x590/1672185674flv41ohbve.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald