Fyrst vóru tað 7 milliónir, síðani 14 milliónir, 30 milliónir og nú er bunkin av eykarokningunum fyri skúladepilin í Marknagili komin upp á umleið 50 milliónir.
Tað upplýsti Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, fyri Degi & viku í kvøld.
Hjá Landsverki arbeiða tey nú við at gjøgnumganga allar rokningarnar fyri at fáa endaliga talið av kostnaðinum fyri Glasir.
Landsstýrismaðurin sigur, at nógvu eykarokningarnar stava frá avtalum, sum eru gjørdar á byggiplássinum.
Tær allarflestu rokningarnar eru komnar nú í desembermánað, sigur Heðin Mortensen við Dag & viku.
Um einar tvær til tríggjar vikur væntar Heðin Mortensen, at Landsverk hevur fingið endaliga greiði á kostnaðinum fyri skúladepilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald