Hagapartarnir Mykines: Hagapartarnir Mykines hava í samstarvi við Visit Vágar arbeitt við at skipa ferðavinnuna í oynni á ein burðardyggari hátt. Hetta fyri at verja náttúruna, fugla - og djóralív og ikki minst við atliti til fólkið í oynni, sum verða ávirkaði av mongu ferðafólkunum, ið koma í oynna.
Ein av niðurstøðunum frá hesum arbeiði er ynski hjá mykinesfólkið at ferðafólkastreymurin í oynna verður tálmaður, gongdin í oynni verður betri skipa, og at verja fuglin og náttúruna sum mest.
Arbeiðið er ikki liðugt enn og komið er ikki á mál við øllum ætlanum. Samband hevur verið við allar veitarar, sum sigla til Mykinesar og Strandfaraskip Landsins um at tálma siglingina uppá oynna. Arbeitt verður framvegis við at finna bestu loysnina við áseting um hvussu nógv fólk kunnu setast á oynna hvønn dag, og arbeitt verður eisini við at fáa ein frídag, har eingi ferðafólk koma í oynna.
Leiðin gjøgnum Lamba og út í hólm er framvegis stongd, men tað verður gangandi út til hegnið úti á Rógvuni. Tá Jarðfangi hevur kannað lopið verður støða tikin til, um latið verður upp fyri gongd ella ikki. Væntandi verður hetta greitt umleið 1. juni.
Túrurin í Mykinesi verður nú skipaður til tey best umtóktu ferðamálini í oynni og ferðfólkini fáa møguleika at uppliva ríka fuglalívið, stórslignu nátturuna og friðsæluna í bygdini. Gongdin verður skipað eftir einari fastari rutu og byrjað verður við skúlan, síðan út á Rógvuna, framvið eggini norður á Grótvalar og haðani oman aftur í bygdina og inn á Kumlar. Í bygdini verður gingið soleiðis, at bygdin og bygdarfólki órógvast minst møguligt.
Skúlin verður brúktur sum kunningarstað og verður leigaður frá Sørvágs kommunu. Kommunan er farin í holt við at umvæla skúlan og hann verður væntandi klárur at taka í nýtslu seinni í summar.
Dentur er lagdur á at virða ognar- og brúksrættin til jørðina, at brúka veitarar á staðnum og stimbra samhaldsfesti millum tey sum vara av jørðini.
Túrurin framvið eggini er á matrikulleraðum ognum og hava allir eigarar givið loyvi til, at ferðafólkini kunnu ganga henda vegin.
Hagapartarnir hava valt at útveita arbeiðið til The Locals, ið Katrinu Johannesen rekur, at taka sær av skipa arbeiði við ferðaleiðarum v.m. í oynni.
Bókingar og innkrevjing verður avgreidd á hiking.fo, ið Sp/F Jarðir rekur. Jarðir er smápartafelagið sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið stovnaðu í 2019 til at taka sær at menna ferðavinnutilboðini hjá teimum, sum vara av jørðini.
Burðardygg ferðavinna við atlit til nærumhvørvi krevur avmarkingar og tí er talið á ferðafólkum sett til í mesta lagi 200 og tíðarskeiðið gangast kann er sett til klokkan 10.00 - 17.00. Uttan fyri hesar tíðir er hagin at rokna sum stongdur, og øll gongd við ferðafólki uttanfyri hesar tíðir kann bert gerast í samráð við Hagapartarnar Mykines.
Frá í dag til 6.mai
Túrurin kostar 400 kr. bæði við bílegging online á hiking.fo, og um goldið verður sama dag við komu í Mykinesi.
Frá 6. mai er hetta galdandi
Túrurin kostar 400 krónur um bókað verður á hiking.fo í seinasta lagi dagin fyri. Tað er eisini møguligt at gjalda, tá komið verður til Mykinesar, men tá er prísurin 500 krónur.
Hetta er ikki galdandi fyri føroyingar
Flutningskostnaður til og úr oynni er ikki íroknaður, men skal bíleggjast serstakt á mykines.fo.
Føroyskir ferðasmiðir og veitarar annars, sum senda bólkar av ferðafólki út í oynna, skulu hava góðkendan føroyskan ferðaleiðara við sær. Útlendskir ferðaleiðarar uttan arbeiðsloyvi í Føroyum hava ikki loyvi at ferðaleiða í Mykinesi. Fyri at fáa góðkenning at ferðaleiða í Mykinesi skulu ferðasmiðirnir venda sær til Hagapartarnar Mykines.
Dagført 1. mai kl. 7.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald