Innanlands

Burðardygg ferðsla á breddan mánakvøldið

Endamálið við tiltakinum hjá Landsverk í Hovi er, at geva íblastur til hvussu man kann skipa eina framtíð, har rúm er fyri fjølbroyttari flytiføri í Føroyum - uttan økta bilferðslu

Tiltakið er ókeypis og verður í Miðnámsskúlanum millum klokkan 19.30 og 21.00 mánadagin. - Tað er eingin loyna, at samferðslukervið í Føroyum í stóran mun er bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er sjáldan sett pláss av til ábæru ferðsluna

Tiltakið er ókeypis og verður í Miðnámsskúlanum millum klokkan 19.30 og 21.00 mánadagin. - Tað er eingin loyna, at samferðslukervið í Føroyum í stóran mun er bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er sjáldan sett pláss av til ábæru ferðsluna

2024-09-04 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er eingin loyna, at samferðslukervið í Føroyum í stóran mun er bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er sjáldan sett pláss av til ábæru ferðsluna. Ábær ferðsla fevnir um fólk til gongu, fólk við rørslu- ella øðrum tarni og fólk á súkklu ella á prutli.

Landsverk hevur í hesum sambandi lagt til rættis tvey temabløð, sum snúgva seg um "Ábæra ferðslu" og "Ferðafólkaferðslu".

- Samanumtikið snúgva bæði temabløðini seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa okkara flutningsmøguleikar burðardyggari við atliti til ábæra ferðslu - eisini hvussu vit kunnu brúka vaksandi ferðafólkatalið, til at skipa samferðsluna innanlands burðardyggari.

Hetta skrivar Landsverk á heimasíðu sínari, í sambandi við at Landsverk bjóðar inn til framløgu og kjak um burðardygga ferðslu. Hetta verður í Miðnámsskúlanum í Suðuroy mánadagin 9. september.

Viðgjørt verður, hvussu man í komandi tíðum kunnu skipa samferðslu og ferðafólkaferðslu burðardyggari.

Tiltakið byrjar við, at Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur á Landsverki, heldur eina framløgu um innihaldið í nýggju temabløðunum um ábæra ferðslu og ferðafólkaferðslu. Síðani verður pallborðskjak um, hvussu vit kunnu eggja fleiri at súkkla og ganga, og hvussu ferðafólkaferðsla kann skipast skynsamari.

- Endamálið við tiltakinum er at geva íblastur til, hvussu vit skipa eina framtíð, har rúm er fyri fjølbroyttari flytiføri í Føroyum.

Tiltakið er ókeypis og verður millum klokkan 19.30 og 21.00 mánadagin. Neyðugt er at melda seg til við at skriva eini boð til [email protected].


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder