Innanlands

Burðarvektin hjá føroyskum børnum hægri enn í hinum Norðurlondum

Hetta var í øllum førum galdandi í tíðarskeiðnum frá 2010 til og við 2019, har prosentparturin av nýføðingum við høgari føðivekt hækkaði signifikant. Hví tað er so, krevur meira gransking siga Sunnvá Hanusardóttir Olsen og Diana Reynstind

2023-02-17 17:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnvá Hanusardóttir Olsen og Diana Reynstind, læknar á Landssjúkrahúsinum, hava saman við starvsfeløgum í Íslandi og Danmark kannað og skrivað grein um burðarvekt hjá føroyskum nýføðingum og longd á viðgongutíðini. Tey hava kannað tíðarskeiðið 2010-2019 og samanborið við hini Norðurlondini. Eisini kannaðu tey, hvørjir vandatættir eru hjá kvinnum fyri at fáa eitt barn við høgari føðivekt í Føroyum.

Úrslitini vístu, at miðal føðivektin hækkaði signifikant frá 2010 til2019, a at prosentparturin av nýføðingum við høgari føðivekt hækkaði signifikant frá 2010-2019, og at miðal føðivektin - prosentparturin av nýføðingum við høgari føðivekt - og gestatiónsaldurin var hægri fyri nýføðingar í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond.

Høvuðsboðskapurin er, at miðal burðarvektin og talið av føroyskum nýføðingum við høgari føðivekt eru økt munandi síðani 2010 og vóru hægri enn í hinum Norðurlondunum.

Hví hetta er so, krevur meira gransking á økinum, siga høvundarnir.

Í greinini verður víst á vandatættir við høgari føðivekt, bæði fyri kvinnuna og barnið. Hesir tættir eru bæði undir og beint eftir føðing og langtíðarárin. Eisini nevna tey m.a. viðgongutíðina, har mannagongdirnar fyri at seta føðingina í gongd aftaná viku 40 ikki eru tær somu í Føroyum sum aðrastaðni.

[object Object]

Greinin er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Acta Obstetricia et Gynecologica Scandinavica. Hon kallast: “Birthweight and gestational age in the Faroe Islands: a comparison between birthweight and gestational age in the Faroe Islands and other Nordic countries”, og kann lesast her

Høvundarnir eru Sunnvá Hanusardóttir Olsen, Diana Reynstind, Hlynur Hallgrímsson og Ulrik Schiøler Kesmodel.

Á granskingardegnum á Landssjúkrahúsinum 7. februar greiddi Diana Reynstind frá kanningini við støði í greinini og postaranum, sum varð sýndur fram.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder