Innanlands

Búskaparorð á Sprotanum

Nú eru 21 orðabøkur og orðalistar á opnu orðaleititænastuni

2019-03-08 18:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BÚSK eitur ein nýggj tænasta, sum er komin í longu røðina av orðabókum, sum leitast kann í á nettænastuni hjá forlagnum Sprotanum.

Talan er um ein lista við føroyskum handils- og búskaparorðum, sum Nám og Føroya Handilsskúli hava gjørt við Olav Absalonsen, lærara á Glasi, sum ritstjóra.

Í orðalistanum verða hugtøk í handli og búskapi greidd á føroyskum. Dømi sæst her 

Talið av orðabókum og orðalistum, sum eru at finna á Sprotanum, er nú komið upp á 21.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder