Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur, og umfatandi nýskipanir eru neyðugar fyri at tryggja, at almennu útreiðslurnar ikki skulu vaksa frá almennu inntøkunum vegna vaksandi talið av eldri fólki.
Tað sigur Búskaparráðið í temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið, sum varð løgd fram í dag.
– Fíggjarpolitiski haldførisávísin á -9% av BTÚ avdúkar, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at núlivandi ættarlið leggja ófíggjaðar rokningar eftir sær til komandi ættarlið. Áleið 2 milliardir fara at tátta í árliga, um eingi átøk vera gjørd.
– Meginparturin av okkara vælferðarsamfelagi er fíggjað av skattum og gjøldum, sum fólk í arbeiðsførum aldri gjalda, meðan eldri fólk, sum eru farin á pensjón, fáa fólkapensjón, eldrarøkt og heilsutænastur. Livialdurin økist og í framtíðini verður ikki sama lutfall millum talið av forsyrgjarum og teimum, ið skulu forsyrgjast. Gongdin í fólkatalinum fer serliga at økja um almennu útreiðslurnar til eldrarøkt. Almennu inntøkurnar fara ikki at halda tørn í mun til almennu útreiðslurnar í framtíðini, um verandi vælferðarsamfelag skal varðveitast, skrivar Búskaparráðið.
– Síðani pensjónsskipanin varð yvirtikin í 1988, er miðal livitíðin hjá pensjónistum økt við 4 árum og er í dag 19 ár uttan at pensjónsaldurin er øktur tilsvarandi. Neyðugt er at finna eina javnvág, har væntaða økingin í livialdrinum ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein alsamt størri partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.
– Myndilin, ið er nýttur til at rokna haldførisávísan, tekur støði í vælferðartænastunum, veitingunum og almennu inntøkunum, sum eru í dag, og framroknar almennu útreiðslurnar og inntøkurnar eftir, hvussu fólkatalið broytist. Neyva talið á haldførisávísanum kann broytast alt eftir fortreytunum og tískil skal tað nýtast við varsemi, men niðurstøðan er eintýdd. Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur og alneyðugt er at seta í verk nýskipanir og átøk, ið fremja haldføri í fíggjarpolitikkinum.
Búskaparráðið mælir m.a. til, at mann hækkar pensjónsaldurin.
– Politiska skipanin eigur at fremja samhaldsfesti millum ættarlið við at hækka pensjónsaldurin, so øktur livialdur ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.
Eisini verður mælt til at efektivisera eldraøkið.
– Politiska skipanin at rationalisera og effektivisera raksturin hjá almenna geiranum, serliga á eldraøkinum, so vøksturin í samlaðu útreiðslunum til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist fellur.
Umframt hetta eigur mann at smíða eitt fíggjarpolitiskt regluverk og gera átøk, sum skulu minka um fráflyting, heldur Búskaparráðið.
– Politiska skipanin eigur at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk fyri land og kommunur við tí endamáli at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.
– Politiska skipanin eigur at fremja átøk, ið virkar fyri at økja um tilflytingina og minka um fráflytingina úr Føroyum, serliga av ungum fólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald