
- Skipið kommunurnar í størri eindir og endurskoðið fíggingarleistin.
Soleiðis ljóðar høvuðsboðskapurin hjá Búskaparráðnum til landsmyndugleikarnir, nú ein frágreiðing um búskapin hjá kommununum og avbjóðingarnar á eldraøkinum verður løgd fram í løtuni.
Niðurstøðan í stuttum er tann, at fleiri av kommununum eru ov smáar til at taka sær av komandi avbjóðingum á eldraøkinum. Tí mælir ráðið til at skipa kommunurnar í størri eindir, um ikki ætlanin er at flyta eldraøkið aftur til landsmyndugleikarnar.
Tørvur er á 300 nýggjum búplássum komandi 10 árini, svarandi til ein fíggingartørv á 1,2 milliardir krónur og hartil er eisini tørvur á 450 ársverkum innan eldrarøktina komandi 10 árini umframt tey, sum fara á pensjón hetta tíðarskeiðið.
Búskaparráðið skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:
Kommunurnar eru ymiskt fyri í stødd, fíggjarligari orku og fólkasamanseting. Fyri at fáa betri samsvar millum støddina á kommununi og uppgávurnar, ið kommunan skal røkja, eiga kommunurnar at verða skipaðar í størri eindir, sum ger raksturin effektivari, tí fíggjarliga orkan setur mørk.
At leggja kommunurnar saman í inntøkusterkari eindir kann tó ikki standa einsamalt, tí tað verða framvegis økir í landinum, ið fara at hava trupult við at reka og fíggja eldraøkið í framtíðini. Um eldraøkið í framtíðini skal liggja hjá kommunum og ynskiligt er at hava sama tænastustig kring landið, er neyðugt er at endurskoða fíggingarleistin.
Annar møguleiki er at endurskoða, um eldraøkið skal flytast aftur til landið.
Raðfestið íløgur, ið lækka eindarkostnaðin á eldraøkinum
Tørvur verður á at byggja omanfyri 300 búpláss komandi 10 árini og tað svarar til ein fíggingartørv á áleið 1,2 milliardir krónur. Haldførisgreiningin hjá Búskaparráðnum frá januar 2024 vísti millum annað á, at tað bøtir væl um haldførisavbjóðingina at lækka einstaklingaútreiðslurnar til eldrarøkt.
Seinastu mongu árini hevur tað verið framgongd í búskapinum, og kommunalu íløgurnar eru vaksnar nógv. Íløgur eru tó ikki gjørdar í eldraøkið, men í eitt nú vegir og havnir, ítróttarhallir og svimjihallir. Eftir 2026, tá ið eftirlønarprosentið ikki longur hækkar við einum prosenti um árið, fer tað at verða alsamt tyngri hjá kommununum at fíggja kommunalu uppgávurnar. Kommunurnar eiga tí at raðfesta íløgur, sum lækka útreiðslurnar til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist, bæði fyri at fáa eindarkostnaðin niður, og fyri at tryggja, at avmarkaða útboðið av arbeiðsmegi verður gagnnýtt til fulnar og røkkur til.
Gerið ætlanir fyri, hvussu arbeiðsútboðið kann vaksa
Tørvur verður á 450 fleiri ársverkum innan røkt til eldraøkið komandi 10 árini, um ikki kommunurnar gera íløgur í størri og effektivari eindir á eldraøkinum. Harafturat verður neyðugt at fáa starvsfólk fyri tey, sum innan 10 ár fara á pensjón.
Neyðugt er at útvega starvsfólk á eldraøkinum við neyðugu fakligu førleikunum. Stórt trot er á útbúnum røktarstarvsfólkum og sum nú er tykist Heilsuskúli Føroya einans at nøkta tørvin í Suðuroy, og ikki í restina av landinum. Landsstýrisfólkið í útbúgvingarmálum hevur ábyrgdina av at tryggja, at tað eru nøktandi útbúgvingarmøguleikar. Við vaksandi tørvinum á starvsfólki í huga er vandi fyri, at góðskan av tænastuni fellur um arbeiðsmegin vantar fakligar førleikar.
Landsins myndugleikar mugu taka ábyrgd
Bygnaðurin á eldraøkinum við eldrasamstørvum ger tað trupult at leggja langtíðar ætlanir og gera neyðugar raðfestingar. Landsmyndugleikin, sum varðar av kommunum, eigur at tryggja, at tænastustigið á eldraøkinum er javnt kring landið.
Harumframt átti Fíggjarmálaráðið at fingið skyldu til at tryggja, at fíggjarætlanirnar hjá kommununum taka hædd fyri framtíðar avbjóðingum við vaksandi rakstrarútreiðslum. Búskaparáðið metir tað harafturat vera týdningarmikið, at ein samskipandi og ráðgevandi eind er á eldraøkinum, sum kann leggja eina yvirskipaða ætlan fyri økið og gera ársfrágreiðingar.
Limir í Búskaparráðnum eru hesi: Johnny í Grótinum, formaður, Jan Otto Holm, Anja Rein, Hans Ellefsen og Marjun Weihe Thomassen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald