Fyri 2019 metir Búskaparráðið saman við Hagstovuni vøksturin í BTÚ í leypandi prísum at verða 3,6%. Harumframt hevur Búskaparráðið endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2016 til 2018. Metingin byggir á tær fortreytir, at tøkan í alivinnuni væntast at vaksa í 2019 í mun til 2018, meðan laksaprísurin væntast at vera støðugur. Makrel og svartkjaftaprísirnir væntast at hækka nakað, meðan sildaprísurin væntast at falla. Harumframt dregur ein væntað øking í innlendska eftirspurninginum, serliga í íløgunum, vøksturin upp.
Yvirskot landskassans ov smá
Raksturin og serliga íløgurnar í almenna geiranum hava verið konjunkturviðgangandi. Hinvegin hava almennu roknskapirnir víst yvirskot síðani 2016, ið vísir, at inntøkusíðan hjá serliga landskassanum hevur havt konjunkturjavnandi ávirkan á búskapin. Hetta vegna sjálvvirkandi stabilisatorarnar. Sammett við fyrimunarligu framgongdina í fleiri ár, hava yvirskot landskassans eftir meting Búskaparráðsins hesi seinnu árini verið ov smá. Hetta í mun til at vera mótstøðufør í verri tíðum (konjunkturniðurgongdir) og fyri at megna komandi haldførisavbjóðingar vegna broytingar í fólkasamansetingini (bygnaðarligar
broytingar).
Avmarkað veiðitrýst fremur størri búskaparligt avkast í langa siktinum
Sambært stovnsmetingum Havstovunnar hava botnfiskastovnarnir við Føroyar verið illa fyri seinastu árini. Av tí at botnfiskastovnarnir nú eru í vøkstri, kann væntast vaksandi veiða komandi árini. Serliga toska- og hýsustovnarnir undir Føroyum eru staðbundnir stovnar, og tað, sum hvørt ár verður tikið úr stovnunum, hevur ávirkan á støddina á stovnunum. Søguligu royndirnar vísa, at veiðitrýstið hevur týdning fyri støddina á tí varandi ískoyti, ið fiskastovnarnir kunnu geva til føroyska búskapin. Búskaparráðið mælir til at selja veiðirættindi á einum marknaði, so rindað verður fyri atgongd til hesi rættindi. Hetta hevur m.a. teir fyrimunir, at trýstið á politisku skipanini um at seta eitt ov høgt veiðitrýst minkar, og at vinnan við einum veiðigjaldi verður eggjað til at gera íløgur í effektivari veiðitól. Endamálið við at avmarka veiðitrýstið er fyrst og fremst, at fiskastovnarnir skulu geva best møguligt búskaparligt avkast til samfelagið í langa siktinum, heldur enn stóra veiðu í stutta siktinum. Verandi búskaparstøða gevur gott høvi til at avmarka veiðitrýstið.
Tvørrandi raðfesting av almennum íløgum
Royndirnar vísa, at almennar íløgur verða útsettar í ringum tíðum, soleiðis at tær við tíðini hópa seg upp. Hetta hevur við sær konjunkturviðgangandi alment íløguvirksemi, har ov fáar íløgur verða framdar í ringum tíðum og ov nógvar í senn í góðum tíðum. Kravið um at skuldin hjá kommununum ikki skal upp um eina álíkning, hevur víst seg ikki at virka sum konjunkturjavnandi amboð. Hetta tí at kommunur kunnu verða avmarkaðar ov nógv í ringum tíðum, tá inntøkurnar eru lágar, og annars brúka ov nógv, tá inntøkurnar eru høgar. Búskaparráðið mælir til, at kommunur fáa álagt at leggja fram langtíðar íløguætlanir. Eisini kunnu tilmælini frá skattanevndini um broytt inntøkugrundarlag vera við til at javna inntøkurnar og harvið eggja til eina búskaparliga skilabetri útreiðslugongd í kommununum. Íløgurnar hjá almennu feløgunum hava sveiggjað nógv, og mynstrið í hesum sveiggjum líkist konjunkturviðgangandi gongdini í íløguvirkseminum hjá kommununum. Búskaparráðið mælir tí somuleiðis til, at landsstýrið, sum partur av eigarapolitikkinum, áleggur feløgum undir almennum ræði at leggja fram langtíðar íløguætlanir. Krøvini um langtíðarætlanir vilja geva eitt neyvari yvirlit yvir samlaðu íløguætlanirnar í almenna geiranum. Búskaparráðið mælir til, at búskaparpolitikkurin verður lagdur soleiðis til rættis, at til ber at hava eina javna íløgugongd í bæði ringum og góðum tíðum.
Búskaparráðsfrágreiðingin er at finna her.
- Búskaparráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald