Innanlands

Bussarnir í Suðuroy koyra ikki fyribils

Møguliga koyra teir aftur frá seinasta túri hjá Smyrli

2019-02-13 16:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur, heilt upp til 38 m/s í hvirlunum, er í Suðuroy í dag. Hetta ávirkar bussleiðirnar, sum ikki koyra í løtuni.

Strandfaraskip Landsins hevur avlýst túrarnar hjá leið 700, sum koyrir frá Sumba til  Vág og víðari til Tvøroyri, og 701, sum koyrir frá Fámjin til Tvøroyri og víðari til Sandvík.

SSL skrivar, at um viðrar verður koyrt aftur frá seinasta túri hjá Smyrli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder