2020-01-08 06:31

Allar bygdaleiðir avlýsa í dag. Orsøkin er illveðrið sum herjar í Føroyum í dag. Landsverk boðar frá upp í kolandi ódn í hvirlum í støðum, og stóru bussarnir hjá Strandferðsluni, sum taka nógvan vind á seg standa tí stillir í allan dag.
Veðrið ávirkar eisini oyggjaleiðirnar fyrrapartin.
Smyril siglir fyribils ikki túrin til Havnar klokkan 16 og ikki suður klokkan 08:45. Fyrsti túrur er 11:30 av Krambatanga. Teistin siglir í fyrsta lagi klokkan 18:35 í kvøld. Ternan siglir í fyrsta lagi klokkan 16:20.
Spógvin, Sildberin, Sam og Ritan avlýsa fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald