Beint áðrenn klokkan 16 seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum bussi á Oyggjarvegnum við Hundsarabotn.
Løgreglan sendi beinanvegin sløkkiliðið á staðið, men eldurin var ógvusligur, og bussurin er uppkolaður.
Talan var um ein ferðafólkabuss, og tað var førarin sjálvur sum boðaði løgregluni frá. Hann hevði fingið øll fólkini úr bussinum.
Vegurin varð alt fyri eitt stongdur við Kollfjarðardal og sunnanfyri Hundsarabotn, og tá vit prátaðu við vakthavandi á løgreglustøðini fyri lítlari løtu síðani, var framvegis ikki opið aftur.
Arbeitt verður við at fáa bussin av vegnum, og fluttan til Havnar.
(Mynd: Nikolas Olsen)
(Mynd: Nikolas Olsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald