placeholder
Innanlands

Bussleiðin í Kalsoynni vælumtókt

Talið av ferðandi er næstan trífaldað síðan bussur fór at koyra hvørja ferð Sam kom á Syðradal

Vitin á Kallinum, norðast á Kalsoynni, er vælumtókt ferðamál. Fleiri brúka nú bussin fyri at koma norður til Trøllanesar (Savnsmynd)

Vitin á Kallinum, norðast á Kalsoynni, er vælumtókt ferðamál. Fleiri brúka nú bussin fyri at koma norður til Trøllanesar (Savnsmynd)

2019-06-20 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av ferðandi við Bygdaleiðum í Kalsoynni hevur tikið eitt lop síðan strandferðslan gjørdi av at Bygdaleiðir skuldu koyra hvørja ferð ferjan kemur og fer.

Tað vísir ein uppgerð, sum Visit Kalsoy hevur gjørt.

Tað var 1. mai, at Bygdaleiðir byrjaðu at koyra til og frá hvørjum túri hjá Sam.

Og nú Strandferðslan hevur dagført hagtølini fyri mai mánaða, kann staðfestast ein munandi øking.

Í mai mánaði í ár koyrdu 985 fólk við leið 506 millum Syðradal og Trøllanes. Hetta er næstan ein trífalding av talinum, sum frammanundan vanliga hevur brúkt farleiðina.

Higartil í ár hava 2.382 fólk koyrt við bussinum í Kalsoynni.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder