Innanlands

Bussleiðin verður skjótt eftirmett

Tórshavnar kommuna fer nú at eftirmeta nýggju bussleiðina

2019-04-24 07:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú hevur nýggja bussleiðin verið virkin í tríggjar vikur. Fólk eru sum heildvæl nøgd við, at bussleiðin koyrir oftari, longri út á kvøldið og allar dagar íviku. Men tillagingar fara eisini at verða gjørdar, so sambandið verður betri ímillumsummar leiðir, og so fara betranir eisini at verða gjørdar kring skúlar.

Tað er longu nú greitt, at tillagingar verða gjørdar í nýggjubussleiðini, so tað er nú, borgarar hava høvi at vísa á møguligar batar og tílíkt, skrivar Tórshavnar kommuna.

Nýggja ferðaætlanin fyri Bussleiðina í Tórshavnar kommunu kom í gildi 1. apríl. Samstundishevur Tórshavnar kommuna sett 4 milliónir krónur meira av til bussarnar íkommununi. 

Høvuðsendamálið at endurskoða alla Bussleiðina er at fáa einabetri busstænastu, fleiri farleiðir og fleiri brúkarar. Býurin er í støðugarimenning, og tí er týdningarmikið, at bussleiðin lagar seg til býarvøksturin oggerst enn betri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder