Alt bendir á, at bussleiðin í Sunda kommunu er komin fyri at vera. 6033 ferðandi koyrdu við bussleiðini í Sunda kommunu í 2018. Tað vísa nýggj tøl hjá kommununi.
Talið á 6033 ferðandi er ein munandi hækking í mun til 2017 tá 5686 ferðandi brúktu bussleiðina.
Bussleiðin í Sunda kommunu hevur koyrt síðani 2. januar 2017. Síðst í 2018 varð samtykt av býráðnum at bussleiðin skuldi halda áfram í 5 ár og koyringin varð boðin út, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Í tí sambandi er nakrar broytingar gjørdar í ferðaætlanini. Nýggja ferðaætlan kemur í gildi mánadagin 7. januar 2019. Ferðaætlanin verður borin í hvørt hús í Sunda kommunu í komandi viku. Nýggja ferðaætlanin er eisini tøk her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald