2019-01-30 09:16
Nógvi kavin, sum er komin niður í nátt og í morgun darvar busstænastuni hjá Strandferðsluni í Norðoyggjum og Eysturoy.
Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni er øll busskoyring í Norðoyggjum fyribils støðgað, og sama er galdandi fyri nógvar av 400-rutunum í Eysturoynni. Undantakið er høvuðsbussruturnar, leið 400 millum havnina og Klaksvík og 401 milllum Havnina og Toftir. Leið 410 millum Fuglafjørð og Klaksvík koyrir eisini, men ikki niðan í Kambsdal, skrivar ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald