2018-06-22 17:34
Fyri einari løtu síðani fór ein bussur hjá Strandferðsluni av vegnum við Skipanes.
Bussurin var á veg frá rundkoyringini og oman móti Skipanesi, tá hann møtti einum stórum lastbili. Bussførarin hevur koyrt ov langt út móti vegjaðaranum, og vegurin er farin undan.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn veit ikki um nógv fólk vóru í bussinum, men eingin mansskaði stóðst av hendingini.
Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 16:57.
Bussurin verður helst tikin upp einaferð seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald