Innanlands

Bussur fór út av vegnum í Norðragøtu

Bert trý fólk vóru í bussinum, og eingin teirra fekk skaða, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-27 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið stutt eftir klokkan 22, fekk løgreglan boð um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var farin út av vegnum í Norðragøtu.

Løgreglan sigur, at tað var nógvi vindurin, sum var orsøkin til óhappið.

Umframt førarin vóru bert tvey ferðafólk í bussinum, og eingin teirra fekk nakran skaða, og tey sluppu sjálvi úr bussinum aftur.

Annars hevur verið stak friðarligt í nátt, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder