2018-06-22 18:29
Tað var bussurin við NSÍ-liðnum, sum fór av vegnum við Skipanes seint seinnapartin. NSÍ var tá ávegis til Skála at spæla Betrideildardyst, men hetta órógvaði ikki stórvegis.
Eingin mansskaði stóðst av hendingini, og dysturin byrjaði sum ætlað klokkan 18.
Sum skilst møtti bussurin einum stórum lastbili, og koyrdi ov langt út móti vegjaðaranum, sum fór undan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald