Innanlands

Bústaðarfelagið klárt at bjóða íbúðirnar í Dalabú út

Almannagagnliga bústaðarfelagið hevur fingið navnið Bústaðarfelagið Heimbýli – Leigan í teimum 44 íbúðunum verður úr 8.214 krónum upp í 13.578 krónur um mánaðin

Jógvan Ósa, stjóri í Bústøðum og nevndarformaður í Heimbýli og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Jógvan Ósa, stjóri í Bústøðum og nevndarformaður í Heimbýli og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-01-06 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin var stovnandi aðalfundur í almannagagnliga bústaðarfelagnum, sum Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava tikið stig til.

Felagið hevur fingið navnið Bústaðarfelagið Heimbýli, og fer tað longu í dag at bjóða íbúðirnar í Dalabú við Dalavegin út.

Tilsamans eru 44 íbúðir, sum allar eru klárar at flyta inn í. Leiguprísurin verður úr 8.214 krónum um mánaðin fyri tær minstu íbúðirnar upp í 13.578 krónur fyri tær størstu íbúðirnar.

– Eftirspurningurin eftir bústøðum, ikki minst leigubústøðum, er stórur í kommununi. Býráðssamgongan hevur sett sær fyri, at Tórshavnar kommuna skal vera ein rúmlig kommuna við bústaðarmøguleikum fyri øll. Og við hesum felagnum og hesum nýggju íbúðunum fáa vit ein bústaðarmøguleika afturat í høvuðsstaðnum við einum tryggjaðum prísstøði, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í tíðindaskrivi frá kommununi.

Fríggjadagin verður skipað fyri framsýning av íbúðunum, og fara tær nú í útboð, og eftir listanum hjá Bústøðum.

Í løtuni standa 1.374 fólk á bíðalista hjá Bústøðum. Av hesum ynskja 1.283 bústað í Suðurstreymoy.

Fyrsta nevndin vald
Á stovnandi aðalfundinum varð fyrsta nevndin í felagnum eisini vald.

Viðtøkurnar fyri felagið siga, at Bústaðir skulu velja tveir nevndarlimir, Tórshavnar kommuna tveir nevndarlimir, og so skulu Bústaðir og kommunan í felag velja ein fimta nevndarlim.

Í nevndini eru Birita í Dali, deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu, Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðari í Bústøðum, og fimti nevndarlimurin er Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA.

Formaður í nevndini er Jógvan Ósá.

– Hetta er fyrsta bústaðarfelagið av sínum slag í Føroyum og eitt týðandi frambrot innan bústaðarbygging. Við Dalabú sum fyrstu verkætlan hevur felagið eitt sera gott og burðardygt byrjanargrundarlag, sum gevur góðar møguleikar fyri vøkstri. Felagið kann gerast ein týðandi partur av loysnini upp á bústaðartørvin. Vit eru sera spent at fylgja gongdini og síggja, hvussu felagið fer at menna seg í framtíðini, sigur nýggi nevndarformaðurin í Heimbýli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder