Í farnu viku varpaði Kringvarp Føroya ljós á trupulleikan, sum fólk við ongum baklandi koma í, tá tey gerast heimleys í Føroyum.
Men bústaðarneyðin, sum valdar í Føroyum í løtuni, er ikki nakar nýggjur trupulleiki, sigur Elin Hentze, sum stendur aftanfyri áhugafelagsskapin Búgva, ið arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum. Búgva hevur nevniliga deilt eina samrøðu frá 1989 við Herdis Klein, ið Svf gjørdi.
- Hetta innslagið er frá apríl í 1989 úr sendingini Kjørbreyt í Svf. Herdis Klein sá ongan annan útveg sum støk mamma við tveimum børnum enn at flyta til Danmarkar, aftaná at hava verið noydd at flutt 8-9 ferðir frá einari privatari leiguíbúð í aðra, sigur Elin Hentze um sjónbandið.
- Tað má gerast nakað grundleggjandi við strukturella bústaðarmarknaðin í Føroyum, so vit hava alternativir til keyp av sethúsum, sum øll ikki hava ráð til, og leiguíbúðir í kjallaraíbúðum, sum alt ov oftani er ein ótrygg og ónøktandi langtíðarloysn. Bústaðarmøguleikarnir mugu verða fjølbroyttari, um øll skulu kunna búgva í sínum heimlandi Føroyum, leggur Elin Hentze afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald