Bústaðartrot. Hetta hevur verið nakað, ið hevur fylt nógv í samfelagnum og í samfelagskjakinum seinastu árini.
Felagið Bústaðir arbeiðir við at fáa skapt fleiri møguleikar, og í løtuni verður arbeitt við at fáa 87 nýggjar íbuðir tøkar kring landið.
Talan er um fýra ymiskar verkætlanar: 44 íbúðir við Dalavegin í Tórshavn, 18 íbúðir Úti á Land í Fuglafirði og sjey íbúðir í Streymnesi. Farið verður eisini undir at byggja 18 íbúðir og felagshøli til ein búfelagsskap á Kneysum á Toftum.
![]()
Tekning av verkætlanini við Dalavegin í Tórshavn (Henning Larsen North Atlantic)
Um tí størstu av hesum verkætlanunum skrivar Bústaðir, at tað fyri nøkrum árum síðani varð keypt eina trøð við Dalavegin í Havn. Síðani hevur verið roynt í fleiri umførum verið at ment eina íbúðaverkætlan fyri økið, og nú er avtala gjørd við byggivirkið HVT um at byggja verkætlanina, sum í alt fevnir um 44 búeindir. Talan verður um seks túnbýlingar við 6-8 búeindum í hvørjum. HVT er byrjað arbeiðið, sum væntandi verður liðugt um tvey ár.
Verkætlanin Úti á Land í Fuglafirði hevur verið ávegis í eina tíð, og í síðstu viku varð kunnjgørt at Bústaðir hava gjørt avtalu við smápartafelagið Toftanes 2 og Fuglafjarða kommunu, um at Bústaðir gera verkætlanina við 18 íbúðum lidna. Byggivirkið TN Bygging kemur saman við SEVE at byggja íbúðarbygningin, sum væntandi verður liðugur næsta summar. ![]()
Bústaðir skulu gera verkætlanina Úti á Land í Fuglafirði lidna (Mynd: fuglafjordur.fo)
Les eisini: Bústaðir yvirtaka íbúðarverkætlanina í Fuglafirði
Farið verður eisini undir at byggja sjey íbúðir á einum grundøki, sum Bústaðir eiga ovarlaga í Streymnesi.
- Talan verður um íbúðir, sum eru líkar teimum, sum fyrr í ár vórðu tiknar í brúk Við Steigarbrekku í Sandavági. Eins og í Sandavági verður tað byggivirkið Norðhus og SEVE, ið koma at byggja. Næsta summar verður væntandi klárt at flyta inn í íbúðirnar.
Á einum øki Á Kneysum norðan fyri kommunuskrivstovuna hjá Nes kommunu hava Bústaðir, saman við Almannaverkinum, ment eina verkætlan til ein búfelagsskap. Har fer byggivirkið KBH at byggja ein bygning í trimum hæddum við 18 íbúðum á 50 fermetrar og felagshøli. Væntandi verður bygningurin liðugur á sumri 2025.
Við hesum fýra verkætlanunum er samanlagt talan um 87 nýggjar íbúðir, sum fara at verða tiknar í nýtslu komandi tvey árini. Hetta umframt tær, sum í løtuni verða bygdar, skrivar Bústaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald