Á Vegnum Langa í gjár rendi ein býarbussur í reyvina á einum persónbili. Umframt hendan persónbilin, fekk bilurin frammanfyri eisini skaða.
Talan var tó ikki um nakran persónskaða, men nakað av skrokkskaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Seinnapartin kom fráboðan úr miðbýnum í Havn, har ein maður gekk og leikaði í. Hann rópti eftir fólki. Ein kvinna gjørdist bangin, og maðurin varð handtikin og fær bót fyri brot á politiviðtøkurnar.
Fýra mál vóru skrivað við Gøtugjógv. Í trimum førum vóru tað bilar sum koyrdu ov skjótt og fingu klipp. Í fjórða førinum var tað ein bussur, sum hevði ov nógva ferð. Bussførarin fær eitt klipp fyri ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald