Innanlands

Býarbussurin í Klaksvík koyrir ikki aftur fyrrenn eftir døgurða í morgin

Vegna veður er koyringin steðgað fyri í kvøld

Sambært klaksvik.fo kann ikki væntast, at koyringin verður tikin uppaftur fyrr enn klokkan 12.20 í morgin, mikudagin 8. februar (Mynd: klaksvik.fo)

Sambært klaksvik.fo kann ikki væntast, at koyringin verður tikin uppaftur fyrr enn klokkan 12.20 í morgin, mikudagin 8. februar (Mynd: klaksvik.fo)

2023-02-07 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani boðaði Klaksvíkar kommuna frá, at vegna veður koyrir býarbussurin ikki meira í kvøld.

Tað er ógvuliga ringt veður, og sagt verður eisini frá heilt nógvum vindi í nátt og tíðliga í morgin.

Sambært klaksvik.fo kann ikki væntast, at koyringin verður tikin uppaftur fyrr enn klokkan 12.20 í morgin, mikudagin 8. februar. Um veðrið er batnað nóg mikið, verður koyrt  av Sandinum tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder