Innanlands

Býarsavnið flytur inn í Gamla Hospital

Mánadagin undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og stýrið fyri sjálvsognarstovnin Gamla Hospital sáttmála um, at kommunan yvirtekur gamla hospitalsbygningin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-03-24 07:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gamla Hospital skal brúkast til býarsavnið og skal eisini vísa fram gomlu hospitalssøguna í Føroyum.

Gamla Hospital er ein søguligur bygningur í einum søguligum parti av Havnini, har Müllers pakkhús og Skeiva pakkhús eru nærmastu grannar.

Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn fyri býarsavnið, og hetta er eitt stig á leiðini at fáa eitt veruligt býarsavn í Havn, skrivar Tórshavnar kommuna.

Býarsavnið eigur nógvar lutir og nýggir lutir leggjast eisini afturat, og tí verður við tíðini neyðugt við einum størri býarsavni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder