Innanlands

Býartorgið fyri býráðið í annaðkvøld

Tórshavnar býráð skal taka støðu til um takast skal av tilboði at byggja býartorgið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-27 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lisitatión var fyri verkætlanina Býartorg í Steinatúni í januar í ár. Sp/f Húsavarðartænastan átti einasta tilboð uppá góðar tríggjar miljónir uttan mvg.

Málið hevur verið frammi av og á seinastu fimm árini og var partur av stóru arkitektakappingini, sum eisini umfataði miðbýin og økið kring Steinatún. 

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu herfyri til at taka av tilboðnum og at umsitingin arbeiddi víðari við uppskotinum at uppstiga torgið. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti at taka undir við tilmælinum og fíggjarnevndin samtykti somuleiðis málið í farnu viku, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Hóskvøldið kemur málið aftur fyri býráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder