Innanlands

Býarverkfrøðingurin vitjaði kommununa

Marita Súsanna Hentze byrjar í næstum í starvinum sum býarverkfrøðingur í Runavíkar kommunu

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-06-25 19:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Marita Súsanna Hentze var fyri kortum sett í starv sum býarverkfrøðingur – leiðari fyri tøkniligu deildini – hjá Runavíkar kommunu. Hon byrjar í starvinum í næstum, og í gjár nýtti hon høvi til at vitja tey starvandi í Ráðhúsinum í Saltangará. Marita er útbúgvin maskinverkfrøðingur og hevur drúgvar arbeiðsroyndir á privatum og kommunalum mótum.

Á deildini virka nú fimm verkfrøðingar og ein byggifrøðingur - umframt Vegadeildina, sum heldur til á Lambareiði, skrivar Runavíkar kommuna.

Lars C. Kirkegaard, ið hevur verið býarverkfrøðingur, ynskti at fáast meiri við verkfrøði og verkætlanir heldur enn leiðslu, og eftir okkara áheitan er hann nú vorðin varaleiðari á tøkniligu deildini hjá Runavíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder