Mentan

Bygdafrell: Nýtt staklag frá Ronnie

"Bygdafrell" er eitt óhátíðarligt lag, sum bert hevur til endamáls at fáa fólk í gott lag, sigur Ronnie Korsager Davidsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-30 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2011 gav Ronnie Korsager Davidsen út sítt fyrsta staklag, "Hvønn dag", og í gjár kom hann við enn enum lagi. Hetta nýggja lagið kallast "Bygdafrell" – eitt óhátíðarligt lag, sum bert hevur til endamáls at fáa fólk í gott lag, sigur Ronnie.

Lagið er framleitt av Julian Andreasen/Dori Music í hansara egna studio, og Árni Andreasen og Henning Jensen hava hjálpt við ymiskum. 

Eitt tekstvideo er gjørt til sangin, og tað hava Rói Borum Davidsen og Allan Korsager Davidsen tikið sær av. Sjónbandið sæst omanfyri.

Lagið er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á m.a. Spotify.

Um Lagið

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

Kór: Henning Jensen, Ronnie Korsager Davidsen, Allan Korsager Davidsen & Rúni Fossdal

Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen

Tónleikasjónband: Rói Borum Davidsen, Allan Korsager Davidsen, Hans Petur Joensen & Ø-Media

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder