Innanlands

Bygdaleiðir: Eingin koyring í Suðuroynni í løtuni

Tað er heilt nógvur vindur í ávísum støðum, og millum annað er stormur og í hvirlunum upp til 44 m/s á Fámjinsvegnum

(Mynd: SSL)

(Mynd: SSL)

2019-12-27 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir stilla og vakra veðrið upp undan og um jólini, hevur tað verið meira ótespiligt í dag, 3. jóladag. Nógvur vindur hevur verið kring landið, og tað ávirkar samferðsluna nakað í Suðuroynni.

Strandfaraskip Landsins boðar frá, at fyri veður er ongin koyring fyribils í Suðuroynni. Tað eru leið 700, Sumba - Vágur - Tvøroyri, og 701, Famjin - Tvøroyri - Sandvík 

Á heimasíðuni hjá Landsverk sæst, at á Ørðaskarði, Fámjinsvegnum var fyri løtu síðani mált stormur, upp í hvirlunum upp til 44 m/s. Á Porkerishálsi er skrið, upp til 33 m/s.

Eisini er nógvur vindur máldur aðrastaðni: Millum annað á Oyggjavegnum og á Gerðabøi í Klaksvik.

Sí koyrilíkindini hjá Landsverk her

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder