2019-05-16 08:02
Útbjóðingin av Bygdaleiðum varð í februar 2019 útsett í sambandi við, at broyting skuldi gerast í lógini um fólka- og farmaflutning um at leingja sáttmálaskeiðið úr fimm árum upp í sjey ár. Hendan broyting varð samtykt tann 1. mai 2019.
Strandfaraskip Landsins boðar tí frá, at bygdaleiðir verða tí bjóðaðar út aftur við hesum tillagingum:
- Sáttmálaskeiðið verður frá 1. mai 2020 og sjey ár fram, t.e. til og við tann 30. apríl 2027
- Boðini skulu latast inn tann 13. juni 2019 kl. 12.00, sí annars part 1, pkt. 4 í útbjóðingartilfarinum. Tilboðini verða latin upp kl. 13.00 sama dag.
Les meira um útbjóðingina á heimasíðuni hjá SSL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald