Innanlands

Byggifrøðingar fingu prógv á Glasi

Í gjár fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi

2019-01-23 13:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi. Talan er um eina bahcelor útbúgving, sum Glasir bjóðar út í samstarvi við VIA University í Horsens.

Møguleikin at taka eina slíka útbúgving í Føroyum er í høgum meti millum lesandi og vinnu, tí ikki øllum dáma at fara av landinum at nema sær útbúgving. Hesir seks hava fyrst tikið Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøðiútbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroyar, har teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan. Seinasta hálva árið hava teir húsast á Glasir 700, sum er gamli Handilsskúlabygningurin í Marknagili, har teir hava fingið holla vegleiðing frá undirvísarum á Glasi í sambandi við endaligu verkætlanina.

Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndar verkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í gongd eftir hesi ætlan, tey vera ætlandi liðug um hálvt annað ár. Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, sum eisini ætla sær at halda fram at lesa til Byggifrøðing í Føroyum.

- Glasir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder