Innanlands

Bygningur keyptur til ungdómshús á Skála

Runavíkar kommuna hevur keypt losjubygningin á Skála, sum skal brúkast til ungdómshús

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2023-01-01 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Runavíkar kommunu hevur keypt losjubygningin á Skála fyri 450.000 krónur.

Umvegis nógvar snaringar og ítøkiligar samráðingar í 2022 skrivaðu Hjalmar Kollslíð og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Vitan og kommununa, undir sølu/keyps-sáttmála um matrikkul og ástandandi hús. Hetta hendi seinasta fríggjadagin í gamla og nú farna árinum.

Seinastu árini hevur lítið og onki virksemi verið í húsunum, sum standa sera væl fyri miðskeiðis í bygdini. Í íløguætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri fíggjarárið 2022 var peningur settur av til ”Ungdómshús á Skála”, og í samráðingini, um søluna/keypið millum partarnar, hevur tað verið ein grundleggjandi hugsan hjá báðum pørtum, at matrikkulin nú verður ætlaður at húsa einum bygningi, ið skal rúma aktiviteti sum serliga er ætlaður ungdóminum. Fermetratalið er 772.

200.000 krónur eru í fíggjarætlanini fyri 2023 settar av til ungdómshúsið. Nú verður farið, saman við fólki í bygdini, at finna fram til hvørji ynskini eru og hvør tørvurin er í mun til eitt aktivitetshús á Skála. Eftir nógv ára fyrireiking fekst tað umsíðir í lag, at eitt tilboð av hesum slagnum sá dagsins ljós eystaru megin við Skálafjørðin – Gula smiðja. Royndirnar haðani kunnu nú brúkast í fyrireikingini til eitt javnsvarandi tilboð vestanfyri – á Skála.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder