
Tørvur er á fleiri vøggustovu- og barnagarðsplássum. Í tí sambandi samtykti býráðið í januar 2019 at byggja Býlingshúsið Vesturi á Flat út við fýra stovum afturat og hartilhoyrandi rúmum.
Arbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøku .Trý heildararbeiðstoymi vórðu boðin við og tvey uppskot komu inn. Uppskotini komu inn um miðjan maj mánaða.
Uppskotini vórðu síðan gjøgnumgingin og vektaði av eini dómsnevnd, og í hesi viðgerðini fingu Sp/f ÁTS flest stig. Sp/f ÁTS hevði eisini lægsta prísin á kr. 28.189.000,00
Í juni mánaði heimilaði býráðið umsitingini at fara undir samráðingar við bílígasta tilboðsveitara, og at gera og skriva endaligan sáttmála.
Í gjár undirskrivaðu partarnir arbeiðstakarasáttmála. Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, og Annika Olsen, borgarstjóri, vegna Tórshavnar kommunu, og Karstin Vang vegna Sp/f ÁTS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald