Innanlands

Býráðið í Nes kommunu skipaði seg formliga

Á býráðsfundi í gjárkvøldið skipaði nývalda býráðsfundi í Nes kommunu seg. Súni í Hjøllum heldur fram sum borgarstjóri og Atli F. Johansen verður varaborgarstjóri

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2024-11-22 08:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nývalda býráðið í Nes kommunu er nú formliga skipað. Tað gjørdi tað á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Á skrá var val av borgarstjóra og varaborgarstjóra umframt val av nevndarsessum og umboðanarsessum.

Samtykt varð at velja Súna í Hjøllum til borgarstjóra. Hann hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini. Atli F. Johansen verður varaborgarstjóri.

Nevndirnar eru soleiðis mannaðar:

Fíggjarnevndin:
Súni í Hjøllum, formaður
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, formaður
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen

Mentanarnevnd:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, forkvinna
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, forkvinna
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Skálafjarðar Sløkkilið:
Súni í Hjøllum

Roðin
Súni í Hjøllum
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi

Kongshavnar havn:
Niels Jacob Nielsen

Umboðsráðið í SEV:
Niels Jacob Nielsen

Skúlastýrið:
Henning Erhardsson Joensen
Rannvá í Túni Petersen

Umboð í IRF:
Atli F. Johansen

Barnaverndarnevndin:
Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni
Andrias Magnussen

Nes Sóknar Musikkskúli:
Niels Jacob Nielsen
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi 

Ferðavinnubólkurin:
Óla Kristian á Torkilsheyggi
Elsa í Hjøllum
Rannvá í Túni Petersen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder