Innanlands

Býráðið skal taka avgerð um staðarnavn

Tórshavnar býráð fer hóskvøldið at taka avgerð um nýggj útstykking skal eita Við klingrutjørn ella Við Klingurstjørn

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-22 17:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á komandi býráðsfundi verður endaliga samtykt, hvørt nýggja útstykkingin á Argjum skal eita Við Klingrutjørn ella Við Klingurstjørn

Viðgerðin av málinum hevur verið drúgv og byrjaði við fyrstu útstykkingini í november í 2016, tá mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu samtykti, at gøtunavnið skuldi vera Klingrutjørn og beindi málið í býráðið. Fyribils niðurstøðan varð, at útstykkingin skuldi hava fyrisetingina við framman fyri navnið, soleiðis at útstykkingin kom at eita Við Klingrutjørn, uppkallað eftir Klingrutjørn, ið liggur skamt oman fyri útstykkingina.
 
Í sambandi við seinnu útstykkingina fyrr í ár tók orðaskifti seg upp aftur millum argjafólk, um hvørt rætta navnið var Við Klingrutjørn ella Við Klingurstjørn. Endin varð, at Tórshavnar kommuna vendi sær aftur til Staðarnavnanevnd Landsins um málið fyri at vita, um grundarlag var fyri at broyta navnið á tjørnini.
 
Niðurstøðan hjá Staðarnavnanevndini varð, at rættast er at halda fast við Klingrutjørn, sum vísir til navnið á tjørnini. Tó vísti nevndin í viðgerðini á, at talan er um tveir navnaformar, tann eldri sigur Klingrutjørn og tann yngri Klingurstjørn. Hvønn form býráðið velur, er upp til býráðið sjálvt, stendur millum annað í frágreiðingini hjá Staðarnavnanevndini.
 
Hóast fyrisitingin mælti til, at formliga gøtunavnið skal vera Við Klingrutjørn, avgjørdi mentamálanevndin á fundi 8. oktober, at navnið skuldi verða Við Klingurstjørn og at beina málið í býráðið, skrivar kommunan.
 
Hóskvøldið kemur málið fyri aftur í býráðnum, tá endalig avgerð skal takast í málinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder