
Klaksvíkar býráð hevur nú samtykt at fara í gongd við at umvæla og nútímansgera býráðshúsið. Á fíggjarætlanini fyri í ár eru tvær milliónir krónir játtaða til endamálið.
Stórar avbjóðingar hava verið við taklekum og lekum á suðursíðuni, tí er neyðugt at umvæla og forða fyri, at bygningurin ferst enn meira. Býráðsbygningurin er gamal. Hann er bygdur í 1974 og hevur havt tørv á ábøtum í fleiri ár.
- Tað er í tøkum tíma, at vit nú fara í holt við at fremja neyðugar umvælingar av okkara býráðshúsi. Um gongst sum ætlað, hava vit um eini 2 ár eitt býráðshús, sum er tingarligt og vakurt, og eisini eru vit trúgv ímóti upprunasniði. Við hesi umvæling verður býráðshúsið nútímansgjørt og ein bygningur, sum borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu vera stoltir av.
Hetta sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri, um ætlanina.
Verkætlanin at umvæla og gera nýggja fasadu er býtt í trý stig. Í ár verður takið skift. Síðan verður suðursíðan gjørd og nýggjur klædning gjørdur um allan bygningin, skrivar Klaksvíkar kommunu á heimasíðu sínari.
. Avgjørt er at arbeiða við uppskoti, sum leggur upp til, at ein er trúgvur ímóti verandi arkitektoniska stíli, ið bygningurin hevur í dag. Tað merkir, at felt og linjur verða varðveittar, og at bygningurin verður klæddur við snøggum aluminiumsplátum.
Á byráðsfundi 27. apríl samtykti býráðið at tekjan verður skift í ár innan fyri játtanina á tvær millónir krónur og at raðfesta játtan til umvælingararbeiði fyri komandi fíggjarár 2024. Verkætlanin er mett at kosta tilsamans 6,7 milliónir krónur.
Tekning av nýggja bygninginum (Mynd: Klaksvik.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald