2019-03-26 18:06

Á býráðsfundinum hjá Vágs Býráð mánakvøldið 25. mars var umframt vanliga býráðsfundin, eisini hátíðarløta, við tað at Petry Joensen, býráðsskrivari, hevði rundan starvsdag.
Petry Joensen hevði í fjør rundan starvsdag, tá hon hevði verið 15 ár í starvi hjá Vágs kommunu. Og á býráðsfundinum mánakvøldið handaði Dennis Holm, borgarstjóri, býráðsskrivaranum blómutyssu og gávu og ynskti saman við býráðnum Petry hjartaliga tillukku við 15 ára starvsdegnum, skrivar Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald