Fleiri møguligar tunnilslinjur eru teknaðar millum Sandoynna og Suðuroynna. Tað verður umrøtt í Samferðsluætlanini 2018-2030, sum Landsverk í dag lat landsstýrinum.
- Ein beinleiðis tunnil millum oyggjarnar fer at vera umleið 23 km langur, og tað er ein langur tunnil, har trygdin er ein stór avbjóðing Landsverk mælir tískil til, at ein loysn verður vald, har farið verður upp í Skúgvoynni, tí so ber til at stytta tann longra tunnilin nógv, so hann fer niður á 17 km.
- Samlaða longdin av tunlunum verður tó eitt sindur longri, tí við hesi loysn skulu 26 km av tunli gerast. Annar tunnilin byrjar, áðrenn komið er inn í bygt øki á Sandi og fer upp í Skúgvoynni, og hann verður 9 km langur Í Skúgvoy verða 400 m av vegi gjørdir, áðrenn farið verður í næsta tunnilin, sum gongur til Sandvíkar. Hesin tunnilin er 17 km til longdar, verður sagt í ætlanini.
Ein annar møguleiki enn ein tunnil úr Sandoy til Skúgvoy er byrging ella brúgv frá Skarvanesi til Skúgvoy. Tá hevði eisini verið møguligt at nýtt grót frá syðra tunlinum. Hóast tað ”einans” er 30 m djúpt í sundinum millum Skarvanes og Skúgvoy, fara 2/3 av tilfari at mangla til byrgingarkjarnuna. Dekkgrót, sum skal vera stórt grót, tí tað liggur í opnum havi, má spreingast út aðrastaðni, sigur Landsverk.
Ein brúgv á 4 km millum Skarvanes og Skúgvoy er mett at kosta 1,6 mia kr
Landsverk mælir til, at peningur verður játtaður til tær jarð- frøðiligu kanningarnar Við hesari vitan fer at vera lættari at meta um bestu linjuføringina av tunlinum, og harvið eina neyvari kostnaðarmeting
Suðuroyartunnilin er mettur at kosta 2.800 til 3.400 milliónir, og Landsverk mælir til at fara í gongd við verkætlanina aftaná 2030.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald