
Landsverk fekk í 2008 játtan til at gera projekt fyri liðugtgerð av byrgingini, og tá var arbeiðið klárt at bjóða út. Verkætlanin verður mett til at kosta eini 32 mió kr. Við verkætlanini verður byrgingin dagførd, soleiði hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið.
Soleiðis skrivar Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, í svari uppá grein 52 fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen um byrgingina í Haraldssundi.
Løgtingskvinnan spurdi, nær ætlanin er at gera byrgingina lidna, og um ætlanir eru um at nýta ein part av grótinum úr tunlunum norður um Fjall til at gera byrgingina um Haraldssund lidna
Serstaka byrgingin er ongantíð gjørd liðug, og eftir langtíðarløguætlanin verður byrgingin um Haraldsund gjørd í 2027-2028. Hetta framgongur seinast í svarinum, har landsstýrismaðurin eisini stutt greiður frá hvørjar broytingar verða
- Byrgingin verður eftir ætlan umbygd nakað, og verður stórur partur av verandi verklagi partur av endaligu loysnini. Broytingin í mun til verandi byrging er, at vegurin verður lagdur soleiðis at hann verður ein nattúrligur partur av vegunum báðumegin.
Jørgen Niclasen staðfestir, at tað ikki er tørvur at brúka tunnilsgrót til projektið, sum ætlanin er at gera, tí ætlanin er at endurnýta tilfarið í verandi byrging til nýggju byrgingina. Tað sum tørvur er á, og sum ikki longu er í byrgingini, er heilt stórt dekkgrót. Hetta størra grótið fæst ikki úr tunnilsgerð, og má tískil spreingjast í einum grótbrotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald