2018-12-18 21:53
Sambært tíðarætlanini fyri Sandoyartunnilin skal byrjast í seinasta lagi 2018, og tað ætlar Heðin Mortensen, landsstýrismaður, at fylgja.
Tað segði hann í løgtinginum í kvøld undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2019.
Heðin Mortensen segði at byrjað verður á Gomlurætt hósdagin.
Fyrsta skotið var latið av 21. juni í summar, og eftir ætlan skal tunnilin standa liðugur um fimm ár, í 2023. Tunnilin er 10,9 kilometrar langur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald