
Finaluvika er hesa vikuna í sendirøðini Paradise Hotel.
Tað vil siga, at tríggir teir síðstu partarnir verða tøkir á Viaplay, og hósdagin, tá 43. og síðsti partur kemur út, fæst at vita, hvør vinnarin er.
Føroyingurin í Paradise Hotel í ár, Karl Weihe, hevur verið sjónligur. Hann kom inn longu fyrsta dagin, og náddi langt. Tað gekk heilt til 32. part, har partnari hansara frá byrjan, Alberte Buhl, tveitti hann út.
Les eisini: - Dreymurin tikin frá mær í síðstu løtu
Les eisini: Fær deyðshóttanir fyri at veita Karl út
Onkuntíð sleppa útblakaðir luttakarar inn aftur seinni í spælinum, men enn hevur einki verið at sæð til 25 ára gamla sandavágsmannin. Í finaluvikuni er eisini vanligt, at ein sonevnd dómsnevnd tjekkar inn á hotellið. Hesi avgerða í roynd og veru, hvør skal vinna Paradise Hotel.
Paradise Hotel sæst á Viaplay og partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
(Mynd: Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald