Mentan

Byrta á Voxbotn 2026

Bólkurin, sum er kendur fyri løgini sum “Loyndarmál”, “Í tínum eygum” og “Norðlýsið” kann upplivast á Voxbotn komandi summar

2025-11-10 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Publikumsfavoritturin, BYRTA, kemur at framføra á OY Voxbotn 2026, boða fyriskiparar frá í tíðindaskrivi í morgun.

– Vit kenna tey bæði, Janus Rasmussen & Guðrið Hansdóttir – ólík, men saman skapa tey nakað heilt serligt – fenomenið kallast BYRTA. Janus Rasmussen er tiltikin innan føroyskan og íslendskan popptónleik. Ofta verður Janus settur í samband við elektrotónleik.

– Upprunaliga seta vit Guðrið Hansdóttir í samband við meira aukustiskan singer/songwriter tónleik. Hon er sangskrivari í serflokki, og so er hon eisini sangari av hægstu góðsku.

– Saman hava tey skapt eitt konsept, sum bara hittar, hittar og hittar. Øll løg teirra eru føroyskir poppklassikkarar, so tað er ikki hissini veitsla tað verður, tá BYRTA seta futt í OY Voxbotn 2026.

 – Byrta fer sanniliga at birta í eina tónlistaliga ekstasu í Vágsbotni 2026.

Atgongumerki til Voxbotn 2026 kunnu keypast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillet.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder